Norðurlendska Ráðharraráðið ger eina miðvísa útbjóðing gjøgnum norðurlendska lgbti- grunnin 2026. Ársins útbjóðing raðfestir umsóknir, har høvuðsumsøkjari kemur úr Føroyum, Grønlandi ella Álandi.
Liviumstøðurnar hjá LGBTI persónum verða ávirkaðar alt eftir hvørjum øki í Norðurlondum tey búgva. Í Føroyum, Grønlandi og Álandi eru serstakar avbjóðingar viðvíkjandi atgongd til stuðul, miðvísum tiltøkum og netverkum. Samstundis er vitanin um umstøðurnar hjá LGBTI fólki í Føroyum, Grønlandi og Álandi avmarkað, og tað ger tað torførari at tilevna miðvís tiltøk og virkisætlanir.
Síðani 2021 hevur norðurlendski LGBTI grunnurin fíggjað verkætlanir, sum hava havt sum endamál at viðgera trupulleikar og forðingar, sum avmarka javnrættindi og møguleikar fyri LGBTI fólk í Norðurlondum. Men í teimum verkætlanum, sum hava fingið fígging, eru felagsskapir úr Føroyum , Grønlandi og Álandi ikki so væl umboðaðir sum felagsskapir úr hinum Norðurlondunum.
Norðurlendska Ráðharraráðið hevur tessvegna gjørt av at senda eina miðvísa útbjóðing av játtanum ígjøgnum Norðurlendska lgbti-grunnin 2026. Ársins útbjóðing raðfestir umsóknir, har høvuðsumsøkjari kemur úr Føroyum, Grønlandi ella Álandi. Verkætlanarumsóknir, har høvuðsumsøkjari er úr øðrum landi enn Føroyum, Grønlandi ella Álandi eru eisini vælkomin at søkja stuðul úr grunninum.
Útbjóðingin hevur hesi endamál:
Vit leita eftir felagsskapum, sum vilja menna vitan, arbeiðshættir og savningarstøð – við norðurlendskum samstarvi.
Verkætlanin má fata um minst tríggjar ymiskar felagsskapir úr í minsta lagi trimum Norðurlondum (ella í minsta lagi tveimum úr Norðurlondum og einum úr Estlandi, Letlandi ella Litava). Ársins útbjóðing raðfestir umsóknir, har høvuðsumsøkjarin kemur úr Føroyum, Grønlandi ella Álandi, men tekur annars væl ímóti verkætlanarumsóknum, har høvuðsumsøkjarin er úr øðrum Norðurlandi. Annars verða umsóknir viðgjørdar eftir vanligum reglum.
Leiðslufelagsskapurin er tann verkætlanarparturin, sum NIKK fyri tað mesta samskiftir við og rindar fígging, og sum eisini hevur ábyrgd av at senda endaliga frágreiðing til NIKK, tá ið verkætlanin er liðug. Felagsskapirnir, sum eru við, kunnu Sínámillum gera av, hvussu uppgávur og fígging verða býtt teirra millum.
Norðurlendski LGBTI grunnurin stuðlar verkætlanum, sum byggja á norðurlendskt samstarv, har sum felagsskapir royna at viðgera trupulleikar og forðingar, sum avmarka javnrættindi og møguleikar hjá LGBTI fólki, og sum styrkja norðurlendskt grundstøði og samhaldsfesti.
Verkætlanir kunna t.d. fata um:
Tryggari kvir býir arbeiðir fyri at gera Norðurlond tryggari hjá LGBTI fólki
Tey brúka Reykjavík sum royndarverkætlan, verkætlanin fevnir um granskarar, politikarar, greinarar, býarmyndugleikar, fólk sum taka avgerðir og áhugapartar á staðnum til tess at menna eina virkisætlan fyri ein tryggari bý.
Safer Queer Cities
Eitt haldgott netverk av vesturnorðurlendskum kvinnurørslum
Verkætlanin beyð lykilspersónum og bólkum úr Grønlandi, Føroyum, Danmark og Íslandi til eitt afturlatið skeið og eina opna ráðstevnu við tí fyri eyga at eggja til at stovna nýggjar grasrótarbólkar.
West Nordic Feminist Network
Broyta kynsuppfatanina í Sápmi
Verkætlanin mótmælir tí ráðandi kynsuppfatanini í Sápmi samfelagnum við at vísa á fjølbroyttar røddir, áskoðanir og royndir. Við gulahallat – sum er sámasiðvenja í samrøðu – verða rúm gjørd, har ið menn, kvinnur og LGBTI fólk fáa hugsavnað seg um kynsímyndir, fyrimyndir og fjølbroytni við sámiskum fortreytum.
Changing the Gender Narrative in Sápmi